Filipinski sendiharrin á vitjan

Filipinski sendiharrin til Norðurlond er í hesum døgum á vitjan í Føroyum.

Filipinski sendiharrin til Norðurlond, Bayani S. Mercado, er í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Í dag legði hann leiðina framvið Ráðhúsið í Tórshavn, har kommunustjórin, Ingibjørg Berg, og fyrisitingarstjórin, Ingunn Eiriksdóttir, tóku ímóti honum.


Filipinski sendiharrin hevur til dagligt bústað í norska høvuðsstaðnum Oslo og við í ferðalagnum hjá sendiharranum var eisini norski konsulin í Føroyum, Petur Evani Djurhuus. Tað skrivar Tórshavnar kommuna á teirra heimasíðu.


Á fundinum í dag spurdi sendiharrin um ymisk viðurskiftir hjá útlendingum í høvuðsstaðarkommununi, harímillum eisini um integrationsarbeiðið hjá kommununi.


Bayani S. Mercado hevur starvast fyri filipinska uttanríkisráðið síðan 1979, og hevur millum annað verið filipinskur sendiharri í ST. Mercado hevur útbúgving í altjóða samskifti frá St. Johns Universiteti í New York.