Flestu liðini í Okkaradeildini hava nú leikt sjey av teimum 18 dystunum í grundspælinum, og hagtølini eru farin at geva ábendingar.
Eins og hann hevur gjørt seinastu átta árini, liggur Filip Jojic úr VÍF á odda á toppskjúttalistanum. Hann hevur skotið 18 mál fleiri enn Nicklas Selvig.
Málslúkurin úr Vestmanna er eisini leikarin, ið hevur skotið flest mál í einum dysti í ár. Hann skoraði 17 ferðir ímóti StÍF 3. oktober.
Les eisini: Filip vónar at spæla fyri Føroyar skjótt
Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF hevur næstflest í einum dysti, eftir at hann skeyt 16 mál ímóti Team Klaksvík 15. september. Kollfirðingurin hevur stríðst við skaða seinastu tíðina og liggur nakað longri niðri á listanum enn vanligt.
Teir fimm leikararnir, ið hava skotið flest mál í Okkaradeildini higartil eru hesir:
1. Filip Jojic (VÍF) 72 mál
2. Nicklas Selvig (KÍF) 57 mál
3. Peter Krogh (H71) 46 mál
4. Tróndur Mikkelsen (Neistin) 44 mál
5. Pætur Johansen (StÍF) 43 mál
Les eisini: StÍF uttan toppskjúttan í ein mánað
Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo):
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 7 | 207 | 165 | 42 | 12 |
2 | StÍF | 8 | 226 | 220 | 6 | 11 |
3 | KÍF | 7 | 201 | 178 | 23 | 9 |
4 | VÍF | 7 | 194 | 183 | 11 | 8 |
5 | Neistin | 7 | 182 | 174 | 8 | 6 |
6 | Kyndil | 7 | 182 | 192 | -10 | 4 |
7 | Team Klaksvík | 7 | 151 | 231 | -80 | 0 |