Í fjør var tað leingi øgiliga skinklandi hjá AB, og hóast tað seinni gekk munandi frægari, so kostaði sera soltna fyrra hálva so nógv, at AB flutti niður.
Í dag fór AB undir eina nýggja roynd at vinna pláss í fremstu røð, og nú gekk tað væl.
AB vann 3-0 ímóti teimum næstbestu hjá HB eftir hálvleiksstøðuna 2-0.
Bæði málini í fyrra hálvleiki skoraði Filip í Liða. Tað fyrra skoraði hann í 8. minutti, og tá ið hálvur tími var farin, var Filip í Liða aftur upp á spæl, tá ið hann økti til 2-0. Í fjør var Filip í Liða skaddur stóran part av kappingini. Hann gjørfdi av álvara mun, tá ið hann aftur var klárur at spæla, og nú sær tað út til, at hann er væl fyri.
Tríggjar minuttir eftir steðgin var tað Marley Blair, sum økti um munin til 3-0. Marley Blair er ættaður úr Onglandi. Hann er 25 ára gamal, og hetta var fyrsti dystur yvirhøvur hjá honum í føroyskum fótbólti.
HB liðið var fyri tað mesta mannað við ungum monnum, og í 2. hálvleiki skifti Oddur Olsen fimm spælarar.
Øssur Hansen er venjari á Argjum, og hann skifti í 2. hálvleiki fýra spælarar út.
Í 2. umfari fer AB at spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy. Tað verður leygardagin um eina viku.
HB fær fríggjadagin vitjan av B71.