Filip og Árni eru nummar 1!

Í fjør var Árni Andreasen nummar eitt við sanginum "Tá Eg Sá Teg", sum varð mest spældi sangur í útvarpinum. Nú hevur hann so gjørt ein nýggjan sang ið kallast »nummar 1«

 

Hesaferð hevur Árni samstarvað við Filip á Smið. Filip kenna vit frá sanginum ”Precious Dime”, sum Filip saman við øðrum gav út í sambandi við eina tónleika verkætlan. Filip syngur sangin og Árni leggur rødd til í niðurlagnum.

Sangurin er lættur at syngja við til, og lagið fellur sera lætt í oyrað. Sangurin snýr seg um at hava sjálvsálitið í ordan og at verða glaður fyri at verða tann man er.

Julian Andreasen hevur staðið fyri upptøku og tí teknisku uppgávuni.

Sangurin er at hoyra á øllum teimum vanligu tónleikapallunum.

 

Hoyrið sangin á Youtube við at trýsta á pílin á myndini niðanfyri:

##med2##