Filip hevði ikki leikbann

Champions League: Tað var óneyðugt hjá Filip Djordjevic at sita uttanfyri móti FH

Víkingur tapti tepurt samanlagt fyri FH í 2. umfari í Champions League. Fyrr dysturin endaði 1-1, meðan seinni dysturin á Tórsvølli endaði 2-0 til íslendsku meistararnar. Filip Djordjevic sat uttanfyri í fyrra dystinum, men nú vísur tað seg, at hann als ikki hevði leikbann.

 

Les eisini: Málini frá fyrra dystinum

 

Í Víkingi hildu tey, at tað skuldu tvey gul kort til leikbann, men nú vísur tað seg, at tað skulu trý gul kort til eitt leikbann. Sostatt sat Filip Djordjevic uttanfyri uttan orsøk, tá Víkingur spældi javnleik 1-1 í Íslandi.

 

Les eisini: Málini frá seinna dystinum

 

Tað stendur í grein 49 í reglugerðini hjá UEFA, at tað skulu trý gul kort í trimum yiskum dystum til eitt leikbann. Tað ber ill til at ímynda sær eitt betri úrslit enn 1-1 javnleikin á útivølli, so helst hevur mistakið ikki kostað Víkingi.