Filip ger ein ”AB”

1.deild menn: Filip í Liða fylgir í fótasporunum hjá fleiri øðrum argjamonnum

Eftir drúgvan skaðasteðg var Filip í Liða farna kappingarár aftur at síggja á vøllinum á Argjum. Hóast AB flutti niður, so heldur argjamaðurin fram, men tað er við somu treyt sum fleiri aðrir evnaríkir spælarar á Argjum.

 

- Avtala undirskrivað ímillum partarnar, sum ger, at Filip eisini spælir við AB í 2024 - so leingi hann er í landinum. Seinni í ár flytur Filip nevniliga av landinum í lestrarørindum, men hann er í øllum førum við alla fyrru hálvu, skrivar AB.

 

Tað er ikki óvanligt, at AB má klára seg uttan nakrar av sínum evnaríkastu spælarum, tá teir fara av landinum at arbeiða. Tað eru fleiri dømir um tað. AB skrivar víðari:

 

- Ein av sólskinssøgunum í einum heldur tungum kappingarári í 2023 var, at okkara egni Filip í Liða aftur gjørdi seg galdandi á besta mansliðnum eftir drúgvan skaðasteðg, sum helt Filipi á síðulinjuni í hálvt fjórða ár. Skjóti, arbeiðssami og ídni vongurin spældi í fjør 15 dystir fyri besta liðið og skoraði fimm mál. Frá 15.-27. umfar byrjaði hann inni hvønn einasta dyst og var millum álitini á liðnum.

 

Eftir tvey ár við fleiri útlendskum spælarum, so hevur AB í størst mun valt at satsa upp á sínar egnu til komandi kappingarár.