Fílabeinsstrondin hevur vunnið afrikanska meistaraheitið á fyrsta sinni síðani 1992. Tað gjørdu teir um vikuskiftið við sigri á Ghana í finaluni.
Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 0-0. Tí varð farið til brotssparkskapping. Her hendi eitt sindur av hvørjum. Fyrst brendu fílabeinsstrandingar tvey tey fyrstu brotsspørkini, meðan Ghana skoraði upp á síni.
Fílabeinsstrondin hevur tapt tvær finlaur seinnu árini, men hesa ferð gekk alíkavæl. Fyrst komu teir upp á javnt. Síðani varð skotið til støðan var 8-8, tá brendi málverjin hjá Ghana. Til stóra gleði fyri fílabeinsstrandingar, so var málverjin hjá teimum tryggur úr eelivu metrum og skoraði avgerandi málið.
- Tað er stórt at vinna eitt meistaraheitið við tí felagið, men at vinna tað fyri tínum landi er nakað heilt serligt, sigur Yaya Toure, sum til dagligt spælir við Manchester City í Onglandi.









