Figo: Real skuldi skamma seg

Luis Figo, sum einaferð varð keyptur fyri ovurhondsstóra upphædd av Real Madrid, heldur lítið um seinastu handlarnar hjá spanska felagnum. - Í hesum krepputíðum er tað skomm, at Real Madrid brúkar so nógvar pengar til at keypa tveir spælarar fyri, sigur Figo. Í 2000 varð Figo seldur frá Barcelona til Real Madrid fyri umleið 450 milliónir krónur.