Fíggjarnevndin byrjaði í morgun viðgerðina av uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2016. Uppskotið var til fyrstu viðgerð í tinginum fyri tveimum vikum síðani, men av tí, at løgtingið hevur verið í heystfrítíð, so byrjar viðgerðin í fíggjarnevndini ikki fyrr enn nú.
Fundurin varð settur klokkan hálvgum tíggju. Á skránni fyri fundin sæst, at Kristinu Háfoss, fíggjarmálaráðharra, er við á fundinum, har hon skal greiða frá fíggjarlógaruppskotinum og tilhoyrandi uppskotum.
Hóast tað nú er góðar sjey vikur síðani løgtingsvalið 1. september, so er hetta einans næsti fundurin hjá fíggjarnevndini. Fyrri fundurin var 7. oktober, tá nevndin skipaði seg við Ruth Vang, Framsókn, sum forkvinnu.










