Fíggjarnevnd veit einki

Fíggjarnevndarlimir í Tórshavnar Býráð standa spyrjandi, nú kommunan er farin at umvæla bygningin, ið kommunan keypti frá BankNordik í mai.

Stóri bygningurin í Húsagøtu var partur av keypinum, tá Tórshavnar Kommuna 17. mai legði 91 milliónir krónur á borðið fyri bygningarnar hjá BankNordik í høvuðsstaðnum, sum í staðin byggir sær eitt nýtt høvuðssæti.


Av teimum 91 milliónunum fella 52 milliónir krónur til gjaldingar, longu í ár. Fíggingin skal eitt nú fáast til vega við at selja aðrar bygningar hjá Tórshavnar Kommunu. Tó er eingin bygningur enn settur á sølulista.

 

Nú er umvælingararbeiði eisini farið í gongd, uttan at peningur er játtaður til endamálið.

 

- Málið hevur ikki verið fyri í Fíggjarnevndini. Nevndin er ikki so frætt sum kunnað um, hvat hendir, sigur Tróndur Sigurðsson.

 

Hann sigur seg ikki hava fingið annað at vita, enn at kantinan í BankNordik-bygninginum skal gerast til skrivstovur. Men hóast hann er næstformaður í Fíggjarnevndini hjá býráðnum, so dugir Tróndur Sigurðsson tó ikki at svara, hvussu nógv tað arbeiðið kostar.

 

 - Hetta er bæði fyrstu og síðstu ferð, at tílíkt hendir, sigur Tróndur Sigurðsson avgjørdur.

 

Spurdur, hvat tað merkir, svarar næstformaðurin í Fíggjarnevndini:

 

 - Eg haldi, at allir býráðslimir og borgarar í kommununi eiga at vita, hvat fer fram í samband við hesa stóru íløgu. Eg vil í hvussu er hava at vita, hvat hendir í hesum málinum, sigur Tróndur Sigurðsson.

 

Hann dugir sum nevnt ikki at siga, hvussu nógvir pengar nú verða brúktir til at umvæla og byggja um í Húsagøtu.

 

Hann dugir heldur ikki at siga, um arbeiðið er bjóðað út:

 

- Eg gangi bara út frá, at arbeiðið er bjóðað út, sigur Tróndur Sigurðsson.

 

Nú er feriutíð, og Fíggjarnevndin hevur ikki fund aftur fyrr enn í august. Tá er umvælingararbeiðið í Húsagøtu longu gjørt.