Nú verður avgjald á kosmetik strikað. Í dag fer løgtingið at viðgera eitt uppskot frá Fíggjarmálaráðnum, sum fer at gera tað bíligar hjá føroyingum at kosmetik og annað.
Í viðmerkingum til uppskotið vísir Jørgen Niclasen á, at í 1993 varð øll okkara avgjaldsskipan broytt. Farið var burtur frá eini skipan við ymiskum innflutningsgjøldum til eina meirvirðisgjaldsskipan. Nøkur innflutningsgjøld blivu tó hangandi eftir. Hesi gjøld kundu býtast í 2 bólkar:
Gjøld, ið, umframt at útvega inntøkur til landskassan, eisini høvdu til endamáls at tálma nýtsluna av ávísum vørum av heilsuávum.
Gjøld, ið einans høvdu til endamáls at útvega landskassanum inntøkur. Orsøkin til hesi gjøld var kreppustøðan, sum tá var. Sum árini eru liðin, eru øll hesi gjøld tikin av, undantikin tey, ið ásett eru í kap. 33 í vøruskránni.
Kap. 33 í vøruskránni snýr seg um kosmetikvørur, men eisini vanligar gerandisvørur, so sum sjampo og baðisápa, eru at finna í hesum kapitli.
Handilsvinnan hevur fleiri ferðir víst á, at gjøldini á vørum í kap. 33 virka kappingaravlagandi. Tey flyta søluna frá føroyskum handlum til útlendskar handlar.
Ein brúkarakanning, sum Gallup gjørdi fyri Fíggjarmálaráðið í januar 2006, vísti: at 26% av brúkarunum vanliga keypa parfumu uttanlands
at 25% av brúkarunum vanliga keypa parfumu í flúgvara ella skipi
at 22% av brúkarunum vanliga keypa parfumu heima
at 23% av brúkarunum keypa als ikki parfumu at 4% svaraðu, eg veit ikki
Í somu kanning svaraðu 37%, at tey keyptu parfumu uttanlands, umborð á skipi ella flogfari orsakað av prísmuni.
Í kanningini svaraðu 66%, at tey vóru púra samd, samd ella nærri samd í einum pástandi um, at tey fóru at keypa parfumu heima, um prísirnir verða á sama støði sum har, tey vanliga keypa parfumu.
Hin 30. apríl í 2005 vóru punktgjøldini á vørum í kap. 85 í vøruskránni strikað, uttan at hetta kostaði landskassanum inntøkur. T.d. vóru avgøldini (punktgjøld + mvg) frá sjónvarpum 2,5 mió. kr. í 2003 og 1,8 mió. kr. í 2004 kr. Aftaná broytingina í 2005 vóru mvg- inntøkurnar 4,8 mió. kr. í 2006 og 5 mió. kr. í 2007.
Punktgjaldsinntøkurnar frá vørum í kap. 33 í vøruskránni eru eisini minkandi. Í 2005 vóru tær 4 mió. kr., í 2014 vóru tær góðar 3 mió. kr.
Jørgen Niclasen sigur, at hesi avgjøld eru tikin av í grannalondum okkara.









