Fíggjarlógin avgreidd

Fyri løtu síðani varð fíggjarlógin fyri 2014 endaliga samtykt við 3. Viðgerð. Hallið verður 219 milliónir krónur næsta ár

Fyri løtu síðani varð fíggjarlógin fyri 2014 endaliga samtykt við 3. Viðgerð. Hallið verður 219 milliónir krónur næsta ár

 

Andstøðan royndi seg aftur við eini røð av broytingaruppskotum, nú fíggjarlógaruppskotið kom til 3. viðgerð í kvøld. Heili 18 broytingaruppskot komu frá andstøðuni, men vórðu tey øll feld.

 

Tað nærmasta, ið eitt andstøðuuppskot kom einum meiriluta, var uppskot um at játta Strandferðsluni fleiri pengar, soleiðis at skipini kunnu sigla allar 365 dagar á árinum. Samgongu- og Sandoyartingmaðurin Brandur Sandoy gjørdi greitt, at hann fór at taka undir við hesum uppskotinum, hóast tað kom frá andstøðuni.

 

Uppskotið fekk tá avtornaði 15 atkvøður, meðan 18 atkvøddu ímóti.

 

Til seinast varð atkvøtt um allar tær broytingar, sum fíggjarnevndin hevur lagt fram í felag. Broytingaruppskotið frá eini samlaðari fíggjarnevnd varð einmælt samtykt við 33 atkvøðum.

 

Men sama semja sást tó ikki, tá atkvøðast skuldi um endaligu fíggjarlógina, soleiðis sum hon sær út eftir allar broytingar. Fíggjarlógin fyri 2014 varð samtykt við 23 atkvøðum fyri, trimum ímóti, meðan sjey atkvøður vóru blankar.

 

Eftir atkvøðugreiðsluna takkaði løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, løgtingslimum fyri fyrru helvt av tingsetuni, og ynskti teimum síðani eini gleiðilig jól.

 

Løgtingið er nú farið í jólafrí, og næsti tingfundur verður aftur týsdagin 7. januar.