Fíggjarlógin á skránni týsdagin

Tveir dagar eru settir av hjá Løgtinginum at viðgera løgtingsfíggjarlógina fyri 2015, sum varð løgd fram týsdagin.

Tveir dagar eru settir av hjá Løgtinginum at viðgera løgtingsfíggjarlógina fyri 2015, sum varð løgd fram týsdagin.

 

Tríggjar atkvøðugreiðslur um fyrispurningar eru eisini á skránni týsdagin.

 

Ein er frá Høgna Hoydal úr Tjóðveldi til Jørgen Niclasen um støðuna á Elektron, avreiðing av KT-virksemi úr Føroyum, føroysk loysn fyri elektroniskari undirskrift o. a. Ein spurningur er frá Gunvør Balle úr Tjóðveldi til Bjørn Kalsø um Hvalastøðina við Áir, og tann triði er frá Henrik Old úr Javnaðarflokkinum til Johan Dahl um æltanina at lækka túrtalið hjá Smyrli.

 

Tá hesar atvkøðugreiðslurnar eru fingna frá hondini á tingfundinum, sum byrjar klokkan 10 týsmorgunin, verður farið undir orðaskiftið um fíggjarlógina. Tey orðaskifitni eru vanliga drúgv – so tingfólk fáa uttan iva bæði týsdagin og mikudagin at ganga við togast um fíggjarlógina.

 

Tingfundir eru ásettir hósdagin og fríggjadagin eisini, eins og týsdagin, mikudagin og hósdagin í næstu viku.

 

Síðani ólavsøku eru 19 mál løgd fyri tingið.