Talan er um neyðhjálp til krígsrakta Ukraina og Turkaland og Sýria, sum er vórðu rakt av jarðskjálvta mánanáttina í síðstu viku. Higartil eru út við 37.000 fólk staðfest deyð.
Landsstýrið ætlar at játta Ukraina sjey milliónir krónur í neyðhjálp og eina hálva millión til Turkaland og Sýria.
Føroyar hava eina játtan upp á 12 milliónir á fíggjarlógini – enn vita vit ikki, um játtanin er hækkað á fíggjarlógaruppskotinum, sum verður lagt fram klokkan 11.
Samanbera vit við Danmark, so hevur Danmark eina játtan upp á 17 milliardir, sum er 0,7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Skuldu Føroyar játtað 0,7 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í neyðhjálp, so var talan ikki um 12 milliónir krónur, men um umleið 170 milliónir krónur.