Fíggjarligur stuðul skal haldast loyniligur

Politikarar skulu ikki verða noyddir at upplýsa fyri almenninginum, hvør stuðlar teir fíggjarliga

 

 

Tað skal ikki verða eitt krav, at politikarar skulu leggja tað alment fram, hvør stuðlar teir fíggjarliga.

Tað er samgongan samd um.

 

Kristina Háfoss úr Tjóðveldi hevur annars lagt uppskot fyri løgtingið um at politikarar, og politiskir flokkar, skulu leggja alment fram, hvønn privatan, fíggjarligan stuðul teir fáa.

Men tað tekur samgongan ikki undir við. Rættarnevndin hjá løgtinum hevur viðgjørt málið. Har vísa umboðini fyri samgonguna, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Reimund Langgaard, Brandur Sandoy, Eivin Jacobsen og Gerhard Lognberg, á, at politisku flokkarnir skulu lata løgtingsskrivstovuni roknskap inn á hvørjum ári.

- Hesir roknskapir eru tískil fevndir av lógini um alment innlit og tað merkir, at øll hava atgongd til hesar roknskapir.

Tey vilja tískil hava løgtingið at fella uppskotið, men tey halda kortini, at tað hevði verið skilagott av løgmanni at tikið spurningin upp um skipanin er hóskandi nú á døgum.

 

Minnilutin í nevndini, sum er Páll á Reynatúgvu og Kristin Michelsen, heldur, at  uppskotið er við til at tryggja gjøgnumskygni í politisku skipanini.

 

Minnilutin er tó eisini sannførdur um, at vanligt sammand ímillum politikarar og fyritøkur, felagsskapir og fólk í ymsum størvum, kunnu hava líka  stóra ávirkan tær avgerðir, politikarar taka, sum beinleiðis fíggjarligur stuðul.