Løgtingsfundur verður í morgun klokkan 10. Trý mál eru á skránni. Tað fyrsta málið er broyting í løgtingslóg um kommunuskatt, sum snýr seg um at fáa føroysku sendifólkini at rinda skatt í Føroyum. Sum nú er, rinda tey skatt í Danmark
Annað mál er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir.
Síðani fer løgtingið at viðgera uppskot til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2018. Tað eru fíggjarkarmarnir, sum landsstýriskvinnan í fíggjarmálum legði fram fríggjadagin, sum millum annað vísa, at yvirskotið á løgtingsfíggjarlógini næsta ár verður 330 milliónir krónur.
Uppskotið til fíggjarkarmar kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER