Fíggjar ikki valstríð við býarsavnspengum

– Um onkur skuldi havt tann ljóta tanka, at Birgar hevur verið á konto'ini fyri at fíggja valstríðið, so kann eg heilsa og siga, at ikki ein krónar er farin av konto'ini.

 

Tað sigur Jan Christiansen, sum hevur tikið stig til býarsavnsvinir, sum savna inn pening at stuðla virkseminum hjá Býarsavninum í Havn.

 

Síðani innsavningin fór í gongd, eru bæði Birgar Johannesen og Jan Christiansen farni í valstríð. Ikki saman, men hvør sær í hvør sínum flokki. Birgar Johannesen stillar uppfyri Framsókn, og Jan Christiansen stillar upp fyri Fólkaflokkin. Jan Christiansen er gamal í garði, tí hann hevur sitið í Tórshavnar býráð í 28 ár. Hann var fyrstu ferð valdur í 1984 og sat fram til seinasta býráðsval í 2012, tá hann gjørdist og stuttur. Fólkaflokkurin fekk bara tvey umboð vald, og Jan Christiansen var nummar 3.

 

Birgar Johannesen hevur ikki roynt seg í slíkum dysti áður – men sum tað ljóðar á fólki, so liggur tað væl fyri hjá honum at vinna tann eina sessin, sum Framsókn kann roknast við at fáa.

 

Men hvorom alting er, so hava so mikið av fólki teknað seg sum lim í Býarsavnsvinum, at 28.540 krónur eru komnar á konto. Málið er at komma upp á 1.000 limir, so Býaravnið kann fáa 10.000 krónur at rinda til húsaleigu, el og hita.

 

– Fýra limir afturat, so runda vit 30.000 krónur, og tað eru nógvir pengar í mínari verð, sigur Jan Christiansen, sum takkar fyri peningin, sum higartil er innkomin.