Marita Sumberg er borgarstjóri í Viðareiðis kommunu. Myndina tók Álvur Haraldsen.

Hall á 6,8 miljónir verður fíggjað við tøkum peningi

- Høvuðsorsøkin til hallið í 2022 er stórar íløgur í keyp av lendi, nýgerð av dagstovni og umvæling av lendingini í Eiðsvík, siga tey í Viðareiðis kommunu.

Marita Sumberg er borgarstjóri í Viðareiðis kommunu. Myndina tók Álvur Haraldsen.

Karmurin fyri fíggjarætlanina fyri 2022 hjá Viðareiðis kommunu varð lagdur fyri bygdarráðið fyri júst einum mánaða síðan, og her vórðu spurningar um rakstur og íløgur viðgjørd.

 

Nú er fíggjarætlanin fyri 2022 samtykt, og í Viðareiðis kommunu vísa tey á, at raksturin tekur støði í undanfarna ári og framrokning av nýtsluni í verandi ári. 

 

Tað merkir, vita tey í kommununi at siga, at rakstrarútreiðslurnar í 2022 verða 15,814 miljónir krónur. Lønarvøksturin er mettur til 5,0 prosent, og vøksturin av vørum og tænastum er mettur til 2,5 prosent.

 

- Postarnir rentustuðul og rentur eru sett til 278.000 krónur, og við hesum verður samlaði raksturin 16,092 miljónir krónur. Avdrátturin fyri 2022 verður 1,505 miljónir.

 

Í Viðareiðis kommunu vænta tey, at skattainntøkurnar í 2022 verða 18,402 miljónir, sum er stívliga 100.000 krónur minni enn skatturin, sum er væntaður í ár. Við hesum verður rakstrarúrslitið 805.000 krónur.

 

- Nettoíløgurnar fyri 2022 verða 7,659 miljónir. Tað merkir, at fíggjarætlanin fyri 2022 gevur eitt hall á 6,854 miljónir krónur, sum verður fíggjað við tøkum peningi.

 

Lagt verður aftrat, at høvuðsorsøkin til hallið er stórar íløgur í keyp av lendi, nýgerð av dagstovni og umvæling av lendingini í Eiðsvík.

 

Skattaprosentið í Viðareiðis kommunu verður 20,50 prosent í 2022, og barnafrádrátturin verður 7.500 krónur.

 

##med2##

 

Marita Sumberg er borgarstjóri í Viðareiðis kommunu. Myndina tók Álvur Haraldsen.

Summardáin á Viðareiði.