Fiflast við fiskiloyvum

Makrelmálið er framvegis heitt! Hini londini leggja órímiligt trýst á okkum og landsstýrismaðurin fiflast framvegis óneyðuga við fiskiloyvum.

Tað tók langa tíð at taka avgerð um at áseta makrelkvotu. Orsøkin var m.a. mótstøða frá formanninum í uttanlandsnevndini, John Johannesen, Javnaðarflokkinum í samgongu, andstøðuni og pørtum av vinnuni við.

Sínámillum bardagin millum veiðubólkar um, hvør skuldi fiska makrelin bøtti heldur ikki um støðuna.

Vandi var fyri, at makrelmálið datt á gólvið. Hetta vísti eg á í grein nevnd “Makrelguff ella tránað makrelsuppa” fyrr í summar. Tá mælti eg til at standa saman, taka støðu og lata verandi uppisjóvarskip sleppa at fiska.

Kvotan varð ásett, uppisjóvarskipini fóru at fiska, og fiskiskapur og søla hava gingið væl, hóast órímiligt trýst úr ES og Noreg við landingarforðingum og havnarstongsli.

Gudarnir munnu vita, hvør orsøkin er til gávumildni
Eftir øllum sólarmerkjum at døma megna føroysku uppisjóvarskipini at fiska sínar kvotur og reiðiliga tað. Tí er undrunarvert, at landsstýrismaðurin aftur er farin at fiflast við fiskiloyvum, nú boð eftir øllum at døma eru send risaskipum úr Suðurkyrrahavi at fiska makrel her.

Stál hava vit ov mikið av í flotanum! Tí munnu gudarnir vita, hvørjar grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, eru til gávumildni á hesaferð?

Nóg mikið av stáli
Fiskiskapurin er so mikið góður, at kvoturnar hjá uppisjóvarskipunum skjótt verða uppfiskaðar, um fiskiskapurin heldur sær.

Aðrir skipabólkar, sum hava fingið kvotu tillutaða, hava ikki fiskað makrel enn. Tað kann hava við sær, at samlaða kvotan ikki verður uppfiskað.

Í samráðingarhøpi er eingin fyrimunur, um partar av kvotuni liggja eftir. Landsstýrismaðurin átti tí beinanveg at gjørt smidligar skipanir, soleiðis at uppisjóvarskipini kundu hildið fram við fiskiskapinum, heldur enn at fiflast við nýggjum fiskiloyvum til skip, sum ongantíð fyrr hava fingið lyfti um at sleppa í føroyskan sjógv at royna.

Er tað so, at orka manglar til at framleiða makrelin til matna, kundi tann spurningurin verið viðgjørdur.

Stálið til fiskiskapin hava vit. Tí er óneyðugt at taka fleiri skip í flotan at fiska nú.

Tá nýggj loyvi eru givin, ber ikki til at taka tey aftur. Ta søguna kenna øll!