FIFA vil ikki hava HM í tveimum londum

Stórt lobby-virksemi, PR-arbeiði og nervakríggj fer fram, nú tað nærkast til hósdagin 2. desember, tá aðalstjórnin hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA skal taka avgerð um, hvør skal verða vertur fyri HM-endaspælinum í 2018.

 

Fýra europeisk boð eru komin inn. Portugal og Spania bjóða saman, Belgia og Niðurlond bjóða saman, meðan Russland og Ongland hvør í sínum lagi bjóða sær at verða vertsland fyri HM-endaspælinum í 2018.

 

FIFA hevur gjørt eina frágreiðing í samband við, at FIFA hevur vitjað í teimum seks londunum, sum saman ella hvør sær bjóða sær til at verða HM-vertstjóðir í 2018.

 

Og tað gongur fram, at FIFA vil helst ikki hava HM-endaspælið at verða í tveimum ymiskum londum. FIFA heldur sambært frágreiðingini, at tað kann elva til óneyðuga nógvar trupuleikar.

 

Tað hevur bert hent á einum sinni, at tvey lond hava hýst HM-endaspælinum í fótbólti, og var tað í 2002, táið gomlu fíggindarnir í fjareystri, Japan og Suðurkorea deildu vertsskapin.

 

Men FIFA hevur eisini kritikk at bera Russlandi og Onglandi, sum søkja um HM-vertsskapin hvør sær. FIFA metir, at flutningsmøguleikarnir eru ov ringir í Russlandi, og at undirstøðukervið er ov vánaligt. Ongland fær kritikk fyri at hava ov vánaligar venjingarumstøður til 32 HM-hópar, og at hava ov vánaligar gistingarmøguleikar.

 

Men óannsæð, so má FIFA velja eitt av teimum fýra europeisku boðunum. Hjá føroyskum fótbóltsfjepparum er ynskið hjá teimum allarflestu, sum skilst, at Ongland fer at hýsa HM-endaspælinum í 2018.