FIFA við stórum broytingum

Nú verður UEFA Nations League møguliga til FIFA Nations League

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur nú boðað frá, at tað verður arbeitt við stórum broytingum í Nations League, ið er nýggja venjingarkappingin, sum byrjar eftir HM í summar.

 

Fyribils snýr kappingin seg um at sleppa til EM endaspælið í 2020. Londini verða deild upp í deildir eftir styrki. Síðani kunnu liðini vinna sær uppflyting, og í hesum førinum eisini eitt atgongumerki til EM endaspælið.

 

Nú ætlar FIFA, við forsetanum Gianni Infantino á odda, at kappingin skal røkka enn longri. Ætlanin er, at kappingin skal røkka um allan heim. Síðani møtast vinnararnir til eitt endaspæl, sum skal avloysa tað, sum í dag eitur “FIFA Confederations Cup”.

 

FIFA arbeiðir nógv við at fáa landsliðsfótbólt aftur á breddan, tí mett verður, at hann stendur í skugganum av liðfótbólti. Men hinvegin verður eisini arbeitt við at menna “World Club Cup”, har Champions League vinnararnir í teimum ymisku heimspørtunum møtast eina ferð um árið. Ætlanin er nú, at 24 lið skulu luttaka í kappingini.

 

Til Nations League, sum byrjar í septembur, eru Føroyar í bólki saman við Aserbadjan, Malta og Kosovo.