BBC skrivar, at altjóða fótbóltssambandið hevur útsett komandi landsdystin hjá Ukraina, nú kríggj herjar í landinum. Ukraina skal spæla móti Skotlandi, sum var í bólki saman við Føroyum, um at koma til HM 2022 endaspælið í Katar.
Hesin alt ella einki dysturin skuldi verið spældur 24. mars, men veður nú væntandi útsettur til í juni mánað. Um sama tíðspunkt skuldi Russland spæla móti Póllandi, men FIFA hevur útihýst Russlandi úr øllum altjóða kappingum.
Altjóða fótbóltssambandið, FIFA, og evropiska fótbóltssambandið, UEFA, hava útihýst øllum russiskum landsliðnum og liðnum úr kappingum hjá teimum. Hartil hevur UEFA ógyldað stuðulsavtaluna við risa stóru russisku gasfyritøkuna Gazprom.
Fyrst vildi FIFA ikki útihýsa Russlandi frá heimsfótbólti, men setti revsitiltøk í verk. Russland slapp ikki at luttaka undir egnum navni, flaggi og á egnum heimavølli. Síðani blivu revsitiltøkini herd og Russland er útihýst úr øllum FIFA og UEFA samanhangi.











