FIFA tveitir Irak út

FIFA vil ikki finna seg í, at olympiska nevndin í Irak nú hevur tikið ræðið á fótbóltssambandinum. Ein av aðalreglunum hjá FIFA er, at fótbólturin ger av, hvat hendir í fótbóltsviðurskiftum, og nú Irak ikki aktar hesa reglu, hevur FIFA givið irakiskum fótbólti eitt fyribils bann. – Irak og irakisk feløg kunnu ikki spæla altjóða dystir, og irakiska fótbóltssambandið hevur ikki longur møti- ella atkvøðurætt til kongressirnar hjá FIFA, stendur at lesa á heimasíðuni hjá altjóða fótbóltssamgonguni.