FIFA útisteingir Peru

Í farnu viku ávaraði FIFA-forsetin, Sepp Blatter myndugleikarnir í Peru um, at fekst ikki ein semja millum fótbóltssambandið og stjórnina, so fór Peru at verða útistongt frá øllum altjóða kappingum. Nú hevur Sepp Blatter so gjørt álvara av hóttani, og hevur útistongt Peru frá øllum altjóða kappingum.

 

Stríðið í Peru botnar í, at peruvianska stjórnin vil ikki viðurkenna tann nývalda formannin í peruvianska fótbóltssambandinum, sum eitur Manuel Burga.

 

Forsetin í Peru, Arturo Woodman sigur, at Manuel Burga er ikki lógliga gegnigur til at verða formaður í einum so týðandi felagsskapi, sum peruvianska fótbóltssambandinum. Og líkt er til, at talan kann gerast um eitt drúgt stríð.

 

Í næsta mánað møtist aðalstjórnin hjá FIFA, og tá verður limaskapurin hjá Peru til viðgerðar. A-landsliðið hjá Peru liggur á einum 10. plássi í HM-undankappingini, við bert einum sigri í 10 dystum. Tey 10 suðuramerikonsku FIFA-limalondini eru í undankappingarbólki saman. Og verður knúturin millum stjórnina og fótbóltssambandið ikki loystur, so verða tað bert 9 lond í suðuramerikonsku undankappingini. Við Peru hevur FIFA 207 limalond.