Føroyska manslandsliðið er farið trý pláss fram á FIFA styrkilistanum, sum júst er dagførdur. Føroyar vóru nummar 125 og hava nú vunnið seg fram á 122. pláss.
Tað er ein framgongd upp á trý pláss. Tað er í sær sjálvum flott, men tað er lítið tá hugsað verður um, at Føroyar júst hava vunnið á Turkalandi. Aserbadjan og Skotlandi eru farin fimm pláss fram, sum er størsta flytingin fram, meðan Norra stendur fyri størstu afturgongdini, ið er á seks pláss.
Føroyar hava spælt tveir dystir í hesum tíðarskeiðnum. Vit spældu javnleik 1-1 í Litava og vunnu 2-1 á Turkalandi á Tórsvølli. Føroyar eru nú eitt frammanfyri Aserbadjan og eitt pláss aftanfyri Niger.
FIFA styrkilistin verður dagførdur aftur 22. desember.











