Fifa steðgaði spurningi um kynsligan samleika

Landsliðsvenjarin hjá Marokko og liðskiparin skuldu ikki svara, um nakar á spælari á HM liðnum er samkyndur.

 

Nouhaila Benzina (høgrumegin) verður tann frysta at spæla við hijab í einum HM endaspæli. - Foto: Sebastian Gollnow/Ritzau Scanpix

Altjóða Fótbóltssambandið Fifa syrgdi í dag fyri, at landsliðsvenjarin hjá Marokko, Reynald Pedros, og liðskiparin, Ghizlane Chebbak, ikki skuldu svara spurningi um kynsligan samleika.

Á vanliga tíðindafundinum undan HM dystinum ímóti Týsklandi spurdi ein journalistur frá BBC, um nakar á liðnum hjá Marokko var samkyndur.

Marokko er fyrsta arabiska landið, sum hevur spælt seg til HM endaspælið hjá kvinnu. Sambært trygdarfyriskipanum frá uttanríkisráðnum í Maroko kann »kynsligt samband við ein av sama kyni« rættarfylgjast í norðurafrikanska landinum. Tað skrivar týska tíðindastovan dpa.

Verjuspælarin hjá Marokko, Nouhaila Benzina, verður tann fyrsta at spæla við hijab í einum HM endaspæli.

Dysturin millum Marokko og Týskland byrjar í morgin klokkan 9:30 okkara tíð.

/ritzau/dpa

 

Nouhaila Benzina (høgrumegin) verður tann frysta at spæla við hijab í einum HM endaspæli. - Foto: Sebastian Gollnow/Ritzau Scanpix