Fótbóltsleikarar vera keyptir og seldur sum aldrin áður.
Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA staðfestir, at søla og keyp av fótbóltsleikarum setti met í hesum flytingarvindeyganum.
Í hesum flytingarglugganum vóru brúktar 1,57 miljardir amerikanskir dollarar. Ein upphædd sum svarar til næstan 11 miljardir krónur í okkara peningi.
Og tað er met, tí aldrin áður eru so nógvir pengar brúktir í einum flytingarvindeyga áður.
Gamla metið var frá januar í 2018. Í tí flytingarvindeyganum vóru brúktar ein upphædd, ið svarar til 9,3 miljardir krónur í okkara peningi.