Frakland er nokk tað landið, sum hevur fingið ringast viðferð av fólkinum og miðlinum í HM endaspælinum í Suðurafrika. Tá franska landsliðið kom heim, valdi forsetin í franska fótbóltssambandinum, Jean-Pierre Escalettes, at leggja frá sær. Tað hevur síðani verið frammi í fronsku miðlinum, at tað var franski ítróttar ráðharrin, Roselyne Bachelot, sum hevur kravt, at Escalettes legði frá sær sum forseti í franska fótbóltssambandinum.
- Roselyne Bachelot segði, at hon metti at tað var rætt um Jean-Pierre Escaletters segði starvið frá sær, men hon bað ongantíð um hansara uppsøgn. Tann franska stjórnin blandaði seg ongantíð uppí viðurskiftini í franska fótbóltssambandinum, sigur ein talsmaður fyri fronsku stjórnuna.
FIFA hevur greiðar reglar, sum siga at politikkur og fótbóltur ikki hoyra saman. Teir hava fyrr útihýst lond, har stjórnin hevur blanda seg uppí mál hjá fótbóltssambandinum. Tað sum hevur ørkymlað FIFA er, at fráfarandi landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, og Jean-Pierre Escaletters vóru innkallaðir til fund við fronsku stjórnuna, har teir skuldu forklára hvat gekk gali í Suðurafrika.
- Tað er vanligt, at tinglimir í fronsku stjórnini royna at finna útav hvat gekk gali í Suðurafrika, tí tað hevur ávirkan á alt tað franska fólki, sigur talsmaðurin.
Nigeria er eisini í kikarinum hjá FIFA í løtuni.










