Spanskir miðlar siga í dag, at Real Madrid og Atletico Madrid fáa keypsbann í tvey ár, tí feløgini ikki hava fylt øllum reglugerðum í samband við keyp av spælarum, ið eru undir 18 ár.
Les eisini: Nú verður Real Madrid eisini kannað
Real Madrid hevur staðiliga avvíst, at felagið hevur brotið nakra reglugerð, meðan retorikkurin úr Atletico Madrid er, at felagið til eina og hvørja tíð samarbeiður við mynduleikunum.
Les eisini: Barcelona sleppur ikki at keypa í 2015
Real Madrid váttaði í januar, at FIFA, altjóða fótbóltssamgongan, hevur biðið um upplýsningar viðvíkjandi 51 spælararskiftum. Tað eru serliga reglur galdandi fyri spælaraskifti, tá spælarar eru undir 18, og tað eru hesi viðurskiftini, ið verða kannaði.
Í apríl mánað farna ár, fekk Barcelona keypsbann í tvey flytingarvindeygu. Teir kærdu avgerðina og náddu at fáa hana útsetta, so teir fingu keypt millum annað Luis Suarez. Barcelona slapp ikki at keypa um ársskiftið, og sleppur heldur ikki at keypa í summar.
Nú er líkt til, at Real Madrid og Atletico Madrid kunnu fáa somu lagnu. Sevilla og Valencia eru somuleiðis nevnd í hesum samanhanginum. FIFA vil ikki gera viðmerkingar til málið í løtuni, tí er alt enn gitingar.










