FIFA hevur givið trimum HM-londum bót fyri agabrot.
Russland hevur fingið bót frá FIFA fyri at ein fjeppari hevði tikið eitt nýnasistiskt flagg við til dyst. Hetta hendi í 3-0 tapinum móti Uruguay. Bótin, sum russiska fótbóltssambandið skal rinda, er 65.000 krónur.
Sambært FIFA stóð milum annað 88 á flagginum, sum verður mett at vera ein høgraradikal kota fyri Heil Hitler, tí H er áttandi bókstavurin í bókstavraðnum.
Serbia hevur eisini fingið bót, hetta er onnur bótin undir kappingini. Hesaferð er orsøkin, at ein fjepparin tók eitt tjetjenskt flagg við til dyst, sum heiðraði eini nasjonalistiskari rørslu úr øðrum heimsbardaga. Hetta var í dystinum millum Brasil og Serbia, sum Serbia tapti 2-0.
Serbiska fótbóltssambandið skal tí rinda 130.000 krónur í bót. FIFA boðar samstundis frá, at bæði Russland og Serbia hava fingið ávaringar um onnur agabrot.
Triðja landið, sum hevur fingið bót er Marokko. Orsøkin er, at seks fólk úr hópinum hjá Marokko, ”noyddu seg inn á vøllin” eftir at dysturin millum Marokko og Spania var liðugur. Somuleiðis hevur vongspælarin, Noureddine Amrabat, fingið eina ávaring fyri at hava verið atfinningarsamur móti VAR-skipanini, altso videodómaraskipanini, eftir dystin.










