Farna leygarkvøld var málverjin hjá italska stórliðnum, AC Milan fyri niðrandi, rasistiskum atburði, har fjepparar hjá heimaliðnum, Udinese róptu apuljóð eftir honum.
Áður hava fótbóltslið, ið hava slíkar ótangar verið revsaði við bótum, umdystum og avbrotnum dystum. Men tíðin er komin til nógv størri og harðari avleiðingar fyri slík lið.
Tað heldur ein avgjørdur FIFA-forseti, Gianni Infantino: - Tað sum vit vóru vitni til farna leygardag er fullkomuliga frástoytandi, og kann undir ongum umstøðum góðtakast. Tað er als ikki pláss fyri rasismu ella nøkrum øðrum formi fyri diskriminering. Hvørki í fótbólti ella í samfelagnum í síni heild. Leikararnir, ið vóru raktir av hesum farna leygardag hava mín fulla stuðul. Umframt verandi revsingar, har vit bróta dystin av fyrstu ferð, og aftur aðru ferð, og har vit avlýsa ein dyst, har slíkt hendir, so skulu vit hava eina týðandi revsing aftrat. Vit skulu hava gjøgnumført, at fótbóltslið sum hava fjepparar, ið hava verið høvuðspersónarnir í rasistiskum og niðrandi atburði skulu dømast at tapa sínar dystir. Somuleiðis skulu leikbann innførast, umframt bøtur til tey sum eru sek í rasistiskum atburði, sigur Gianni Infantino við italska miðilin, CalcioNews24.