FÓTBÓLTUR: Fríggjadagin fekk Fótbóltssamband Føroya skriv frá altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, sum boðar frá, at bótin, sum Jan Dam fyrr í ár fekk fyri tey mongu kortini í farnu undankapping, verður lækkað frá 40.000 kr. og niður í 10.000 krónur.
Hetta ger FIFA hóast bøtur við slíkum tølum vanliga ikki kunnu kærast.
Men eftir at FSF hevur sent skriv til FIFA og greitt frá umstøðnum hjá føroyskum fótbóltsspælarum, hevur FIFA valt at bakka.
FSF hevur greitt frá, at føroyskir fótbóltsspælarar eru amatørar, og at tað, sum teir fáa fyri at spæla á landsliðnum, als ikki kann metast saman við tær upphæddir, sum spælarar aðrastaðni í Europa fáa. Og skrivið hevur givið úrslit. Nevnin hjá FIFA, sum tekur sær av kærum og bótum, hevur tosað saman, eftir at hava fingið skrivið frá FSF, og teir hava avgjøt, at bótin, sum upprunaliga ljóðaði uppá 8.000 sveisarfrankar verður minkað niður í ein fjórðing, tað vil siga 2.000 sveisarfrankar.
Í føroyskum pengum vil tað siga, at ístaðin fyri tær 40.000 krónurnar sleppur FSF við umleið 10.00 krónur, og tað er eisini FSF, sum sleppir bíligari, tí teir fara nú at gjalda bótina fyri Jan Dam.