Fifa kosið Messi sum heimsins besta leikara

Lionel Messi vann heiðurslønina hjá Fifa sum heimsins besti framman fyri Cristiano Ronaldo og Virgil van Dijk.

Lionel Messi er heimsins besti fótbóltsspælari kappingarárið 2018/19 sambært Fifa.

Argentinin var í dag kosin besti spælari í tíðarskeiðnum frá juli 2018 til juli 2019 á »The Best Fifa Football Awards«.

Messi vann í kapping við Cristiano Ronaldo og Virgil van Dijk. Teir tríggir finalistarnir vórðu tilnevndir 2. september, eftir at 10 høvdu verið tilnevndir frammanundan.

Hinir sjey vóru vóru Eden Hazard, Frenkie de Jong, Harry Kane, Matthijs de Ligt, Sadie Mané, Kylian Mbappé og Mohamed Salah.

Ársins venjari gjørdist venjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp, sum førdi enska felagið fram til Champions Leagu-heiðurin og var nær við at vinna Premier League.

Tað eru landsliðsskiparar (25 prosent), landsvenjarar (25 prosent), fótbóltsfjepparar online (25 prosent) og ein útvaldur bólkur av miðlum (25 prosent), sum hava atkvøðurætt á »The Best Fifa Football Awards«.

Heiðurslønin hevur fyrr verið latin saman við Ballon d'Or, men varð endurstovnað fyri seg sjálva í 2017.

 

/ritzau/