FIFA: Jurgen Klopp er ársins venjari

Fyri fyrstu ferð hevur er ein venjari kosin til ársins venjara tvey ár upp í slag

Í kvøld er er “FIFA Best” tiltakið, har altjóða Fótbóltssambandið velur tey bestu í 2020. Millum vinnararnar higartil eru týskarnir Jurgen Klopp og Manuel Neuer.

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, er kosin til ársins venjara annað árið á rað. Tað er fyrstu ferð, at tað er hent. Liverpool vann Premier League fyri fyrstu í 30 ár í ár. Tað var annars venjarin hjá Bayern Munchen, Hansi Flick, sum var favorittur at vinna. Manuel Neuer er valdur til ársins málverja. Hann er málverji hjá Bayern Munchen, sum vann týska meistaraheitið, steypakappingina og Champions League.

FIFA hevur eisini valt ársins mál. Her vann Heung-Min Son, sum skoraði eitt framúr vakurt mál móti Burnley. Talan var um eitt satt einmansavrik, har hann rak framvið nøstan øllum liðnum, áðrenn kviki spælarin úr Suðurkorea lyfti bóltin í málið.

##med2##