FIFA hevur ætlanir um hálsvermarabann

Altjóða fótbóltssamgongan FIFA heldur ikki, sum tey flestu, at smálutir bara eru smálutir.

 

Fyri nøkrum árum síðani noktaði FIFA fótbóltsspælarum at hava troyggjirnar uttanfyri brøkurnar. Tað næsta forboðið var, at loyvt var ikki at rulla hosurnar niður. Og so er ikki at gloyma bannið ímóti at vísa ?átrúnaðarligar gestikuleringar?, so sum at rista kross o.s.fr.

 

Nógvir eru spælarnir sum hava fingið kort fyri at feira eitt mál við at fara úr troyggjuni eina løtu aftaná, at teir hava skorað málið.

 

Nú hava teir høgu fótbóltsbossarnir hjá FIFA sæð seg illar inn á fótbóltsvermarnir, sum Carlos Tevez, Emmanuel Adebayor og Marouane Chamakh hava havt um hálsin.

 

Gamla Manchester United hetjan, Roy Keane hevur eisini skeldað alment um, at slíkir hálsvermarar ikki hoyra heima á einum fótbóltsvølli.

 

Sir Alex Ferguson hevur eisini bannað hálsvermarum í Manchester United, um tað var viðvirkandi til skilnaðin millum hann og Carlos Tevez meldar søgan tó einki um.

 

FIFA leitur nú eftir einum góðum argumenti fyri at banna hálsvermarum. Ein talsmaður hjá FIFA sigur við enska blaðið ?The Daily Telegraph?: - Vit ætla at hava eitt kjak um hálsvermarin er vandamikil. Talan er um ein trygdarspurning. Um ein spælari við hálsvermara hevur beina kós ímóti málinum, og verður steðgaður av einum verjuspælara, sum hálar í hálsvermaran, hvørjar eru so avleiðingarnar av hesum? Spyr talsmaðurin hjá FIFA.

 

So tá teir høgu harrarnir hjá FIFA koma við einum forboði, so verður ?trygdin? also høvuðsargumentið.