FIFA hevur framskundað HM í Katar

HM 2022: FIFA hevur broytt setanardystin, so Katar er fyrsta landið, sum skal á vøllin

FIFA – altjóða fótbóltssamgongan – hevur í vikuni boðað frá, at HM endaspælið í vetur byrjar ein dag fyrr enn ætlað. Hetta verður gjørt, so at Katar sleppur at spæla setanardystin.

 

Upprunaliga skuldi HM endaspælið byrjað 21. november 2022 við dysti millum Holland og Senegal. Tað er nú broytt til 20. november og setanardysturin verður millum Katar og Ekvador.

 

Tað er eftir ynski frá Katar, at FIFA hevur gjørt hesa broytingina. Tað er ikki óvanligt, at vertstjóðin spælir fyrsta dystin í einum HM-endaspælið, men tað hevur vakt ans, at Katar hevur fingið FIFA at taka ein slíka avgerð.

 

Tað er eftirhondini væl dokumenterað og prógvað, at Katar brúkti mutur, fyri at fáa rættin til at hýsa HM-endaspælinum. HM endaspælið verður eisini á fyrsta sinni um veturin, tí tað er so heitt í Katar um summarið.

 

FIFA hevur síðani broytt háttin, sum HM-endaspælini verða deild út eftir. Fyrr var tað ein toppnevnd við 23 persónum, sum valdu hvar HM skuldi verða, meðan tað nú eru øll Fótbóltssambandini, sum atkvøða.

 

Tað eru eisini fleiri partar, sum hava valt at boykotta HM endaspælið í vetur, men tá er talan fyri tað mesta um fyrrverandi spælarar og leiðandi persónar í ymsikum stjórnum kring heimin.