Christian F. Andreasen, forseti í fótbóltssambandinum, kunnger fyri in.fo, at FSF fríggjadagin fer at atkvøða fyri Prince Ali bin Al-Hussein úr Jordan til FIFA forsetavalið. Hitt valevnið er FIFA forsetin síðani 1998, Sepp Blatter.
Les eisini: FSF ynskir Sepp Blatter frá
Upprunaliga var FSF við til at uppstilla Michael van Praag. Hollendarin hevur síðani tikið seg aftur og stuðlar Prince Ali. Sama gjørdi fyrrverandi Barcelona og Real Madrid vongurin, Luis Figo.
- Okkara atkvøða fellur til Prince Ali. Tað er brúk fyri nýggju kreftum at fáa skil á órógvi kring FIFA, og skapa álit á fótbóltssamgonguna aftur, sigur Christian F. Andreasen, sum saman við Virgari Hvidbro, aðalskrivara í FSF, og Fróði Danielsen, nevndarlimur í FSF, er á veg til Sveis, har forsetavalið verður.
Tað er Michael van Praag, sum hevur biðið FSF um at stuðla 39 ára gamla Prince Ali í forsetavalinum. Hóast tað kann tykjast langt úr Jordan til Føroyar, so er Prince Ali ikki so langt frá tí, sum FSF ynskir.
- Eg møtti honum í Danmark fyri einum mánað síðani. Hann er ein dámligur maður, sum hevur somu virðir fyri fótbóltinum sum vit, sigur Christian F. Andreasen.
Til seinasta forsetaval atkvøddi FSF fyri Sepp Blatter, sum er favorittur at endurvinna sessin sum forseti í FIFA. Christian heldur tó ikki, at tað er vandamikið at stuðla avbjóðaranum.
- Vit eru ikki eins tengdir at FIFA, sum UEFA(evropiska fótbóltssamgongan). Um nakað, so standa vit sterkir har, men sum heild trúgvi eg ikki tað broytir nakað, sigur Christian F. Andreasen og leggur afturat.
- Seinast gjørdi Sepp Blatter eina avtalu um at hann skuldi leggja frá sær eftir hetta skeiðið. Ta avtaluna hevur hann brotið. Sepp Blatter hevur gjørt nógv gott, men hann megnar ikki at halda skil á FIFA. Tí hava vit valt at stuðla einum øðrum, sigur Christian F. Andreasen at enda.
Forsetavalið í FIFA verður í Zurich í Sveis fríggjadagin. Nógvur ófriður er í FIFA í løtuni, eftir at seks leiðandi persónar í FIFA blivu handtiknir í morgun í samband við millum annað mutur. Umframt tað, so verða 14 fólk samanlagt ákræd fyri hvítvasking, mutur og annað í samband við FIFA kappingar og avtalur.