FIFA hevur í dag kunngjørt, at teir sum eru í uppskoti til ársins spælara eru Mohamed Salah (Liverpool/Egyptaland), Luka Modric (Kroatia/Real Madrid) og Cristiano Ronaldo (Juventus/Portugal).
Tað eru teir somu, sum vóru í uppskoti til árins spælar hjá UEFA. Tá bleiv kroatiski miðvallarin, Luka Modric, valdur sum ársins spælari. Hann vann Champions League við Real Madrid og bleiv nummar tvey í HM-endaspælinum saman við Kroatia.
Aftur hesa ferð er ikki pláss fyri Lionel Messi. Hetta er fyrstu ferð í 11 ár, at hann ikki er í uppskoti til árins spælara hjá FIFA. Hóast hann vann greipuna við FC Barcelona, skjeyt Argentina til HM-endaspælið og bleiv toppskjútti í Evropa, so er argentinski bóltsnillingurin ikki í uppskoti.
Hesi eru í uppskoti til FIFA Best Award:
Ársins spælari menn:
Cristiano Ronaldo, Luka Modric, Mo Salah
Ársins venjari menn:
Zlatko Dalic, Zinedine Zidane, Didier Deschamps
Ársins spælari kvinnur:
Ada Hegeberg, Dzsenifer Maroszan, Marta
Ársins venjari kvinnur:
Reynald Pedros, Asako Takakura, Sarina Wiegman
Ársins málverji:
Thibaut Courtois, Hugo Lloris, Kasper Schmeichel
Puskas Award/Ársins mál:
Gareth Bale, Denis Cheryshev, Lazaros Christodoulopoulos, Cristiano Ronaldo, Giorgian De Arrascaeta, Riley McGree, Lionel Messi, Benjamin Pavard, Ricardo Quaresma, Mo Salah