Í kvøld er “FIFA Best” tiltakið, har altjóða Fótbóltssambandið velur tey bestu í hesum árinum. Til seinast í tiltakinum bleiv besti spælari kosin. Hjá monnum var tað Robert Lewandowski, og hjá kvinnunum var tað bretska Lucy Bronze.
Robert Lewandowski vann heiðurin sum besti spælari frammanfyri Lionel Messi og Cristiano Ronaldo, sum báðar hava roynt at vunnið heiðurin. Áleyparin hjá Bayern Munchen skoraði farna kappingarár 55 má í 47 dystum, og í hesum kappingarárinum hevur hann skorað 18 mál í 17 dystum.
Robert Lewandowski og Bayern Munchen vunnu farna kappingarár týsku Bundesliguna, týsku steypakappingina og Champions League. Pólski áleyparin var eisini favorittur at vinna Ballon d’Or bóltin, men France Football valdi ikki at geva gullbóltin hesaferð, tí mett var at ítróttarliga grundarlagið ikki var gott nokk við koronastøðuni. Nú hevur hann so fingið viðurkenning fyri síni avrik.
##med2##