FÓTBÓLTUR
Skotland, Wales, Norðurírland og Ongland hava eina søguliga serstøðu í altjóða fótbólti, tí londini hava øll síni fótbóltslandslið, hóast Bretland formliga er ein tjóð í altjóða viðurskiftum.
Men hendan serstøða er nú undir hørðum trýsti, orsakað av olympisku summarleikunum í London í 2012. Tey, sum skipa fyri leikunum, ganga við einum brennandi ynski um, at Bretland har fer at hava eitt felags fótbóltslið.
Skotar hava tó frá byrjan sagt, at teimum dámar ikki hesa verkætlan. Eins og walisar og norðurírar eru teir bangnir fyri, at FIFA fer at brúka eitt felags bretskt OL-lið sum undanførslu, fyri at leggja niður fótbóltssambondini í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi.
Nú boðar eisini skotska fótbóltssambandið frá, at FIFA-forsetin, Sepp Blatter, hevur hótt við at tikið serstøðuna frá teimum bretsku landsliðunum. Hetta hevði ført til, at talan hevði verið um eitt felags bretskt landslið, sum hevði verið dominerað av enskum spælarum.
– Harra Blatter segði við meg til ein døgurða, at um vit blivu partur av einum felags bretskum OL-landsliði, so kom okkara serstøða at vera í vanda. Eg var skelkaður av hesum og hugdi yvir á Lord Triesman og Sir David Richards frá enska fótbóltssambandinum, sum eisini vóru paff, sigur formaðurin í skotska fótbóltssambandinum, George Peat.
Missa atlondini Skotland, Wales og Norðurírland sína serstøðu, er eingin ivi um, at hetta eisini fær fylgjur fyri Føroyar.










