Punktum verður sett fyri 2017 kappingini hjá kvinnum ídag.
Klokkan 12.30 verður fyrsta bríksl á nýggja vøllinum í hólmanum á Eiði, har EBS/Skála tekur ímóti KÍ.
Spurningurin er, um samanlagda liðið hjá teimum í EB/Streymi og Skála fer at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð, ella um tað enn einaferð skal eydnast KÍ at vinna FM.
KÍ hevur vunnið FM øll árini síðani 2000. Tað vil siga seytjan meistaraheiti á rað. Hetta er heimsmet, og hetta hevur vakt ans kring allan fótbóltsheimin. Ikki minst í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, har tað við spenningi verður fylgt við í, um tað enn einaferð fer at eydnast KÍ at vinna og harvið at seta nýtt met, ella um tað loksins fer at eydnast einum øðrum liði at koppa metliðnum.
EBS/Skála er undan avgerandi dystinum tvey stig frammanfyri KÍ. Tað vil siga, at EBS/Skála verður meistari, um tað endar javnt ella um EBS/Skála vinnur. Um tað skal eydnast KÍ at vinna átjanda FM heitið á rað, so er tað neyðugt hjá teimum úr Klaksvík at vinna.
KÍ plagar at vera favorittur, men soleiðis er tað ikki ídag. Fyrr í summar sendi EBS/Skála í hálvfinaluni KÍ úr steypakappingini. Síðani vann EBS/Skála steypafinaluna og hevur harvið møguleika í dag at vinna greipuna.
At KÍ ikki er so sannførandi, sum tær úr Klaksvík plaga at vera, sást sunnudagin, tá ið HB vann 4-0 í Klaksvík.
Í landskappingini hava EBS/Skála og KÍ dystast tríggjar ferðir fyrr í ár.
Í fjórða umfari vann KÍ á heimavølli 3-1.
Í níggjunda umfari vann EBS/Skála á heimavølli 4-1.
Í fjúrtanda umfari vann KÍ á heimavølli 2-1.
Tveir dystir eru í Gundadali. Tað er greitt, at HB, sum spælir ímóti B68, hevur vunnið bronsu.
B36 og ÍF/Víkingur spæla um fjórða plássið.
20. umfar
Ídag
EBS/Skála-KÍ: Bjarki Danielsen kl. 12.30
HB-B68: Rani A. Skaalum kl. 10.00
B36-ÍF/Víkingur: Heini Viðoy kl. 12.15
Støðan undan 20. umfari
EBS/Skála 51
KÍ 49
HB 32
B36 14
ÍF/Víkingur 13
B68 8