FIFA-forsetin vitjar í dag og í morgin

Seinnapartin í dag kemur FIFA-forsetin, Joseph S. Blatter á almenna vitjan í Føroyum, og eftir ætlan lendir flogfari við Blatter í Vágum umleið kl. 17.

 

Av flogvøllinum verður farið beinleiðis á sparkivøllin í Miðvági, har Vága Kommuna er vertur. Í Miðvági fer Blatter at heilsa upp á umboð fyri kommunurnar og fótbóltsfeløgini í Vágum. Eftir vitjanina á sparkivøllinum í Miðvági, verður Fótbóltssamband Føroya vertur fyri døgurða í Kirkjubø, skrivar fsf.fo

 

Mikumorgunin vitjar FIFA-forsetin í Tinganesi og klokkan 10 vitjar Sepp Blatter í FSF-húsinum. Klokkan 10:45 verður skipað fyri samkomu á Tórsvølli, har Joseph S. Blatter fer at festa eina plátu, sum prógv fyri, at altjóða fótbóltssamgongan stuðlar verkætlanini, ið er framd av Tórsvølli. Til seinast fer Blatter at klippa snórin, og harvið verður vøllurin alment latin Fótbóltssambandi Føroya.

 

Eftir samkomuna á Tórsvølli, verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum. Føroyavitjanin hjá FIFA-forsetanum endar í Müllers Pakkhúsi, har Tórshavnar Kommuna, saman við Fótbóltssambandi Føroya vera vertir fyri døgurða. Klokkan 15 lættir flogfari við Joseph S. Blatter og fylgi úr Vágum, og setir kós ímóti Zurich í Sveis, skrivar fsf.fo