FIFA-forsetin vil loyva graslíki til HM í 2010

Sepp Blatter, FIFA-forseti letur nú dyrnar upp fyri, at Heimsmeistaraskapið í fótbólti, sum verður í Suður-Afrika í 2010 kann verða leikt á fjórða ættarliðs-graslíki. ?Vit hava havt fleri fundir um hetta, men vit hava ikki tikið nakra endaliga avgerð, um HM í 2010 skal verða leikt á graslíki. Tað er uppá tíðina, at Afrika byrjar at hugsa um at nýta graslíkið.? Sepp Blatter tosar eisini um, at framtíðar afrikanskar kappingar eisini verða leiktar á graslíki. FIFA hevur stuðlað einari verkætlan, sum hevur lagt ein graslíkisvøll í hvørjum av teimum 53 afrikonsku limalondunum, Suður-Afrika undantikið. ?Ein graslíkisvøllur gevur liðunum tær somu umstøðurnar gjøgnum alt árið. Tú kanst brúka ein graslíkisvøll meir, enn bara einaferð um vikuna.? Undirstrikar Blatter, sum júst hevur verið og hugt eftir afrikanska meistaraskapinum í Ghana. Blatter var hugtikin av støðinum hjá leikarunum, og hugtikin av fyriskipanini hjá ghanesisku myndugleikunum. Einasta Blatter hevði at finnast at var, at summir vallir vóru heldur ójavnir. Fyri Fótbólts-Føroyar er tað bara gott og gagnligt, um fjórða ættarliðs-graslíkisvallir vinna størri frama í FIFA-høpi. Skjótari fáa vit okkara yndis-undirlag!