Nú er so avgjørt at FIFA forsetin kemur til Føroya 15. september og fer avstað aftur 16.september. Vitjanin kom upprunaliga í lag, tá forsetin og aðalskrivarin í FSF fyrst í maj vóru á vitjan hjá FIFA.
Joseph S Blatter skal undir vitjanini umframt at heilsa uppá umboð fyri FSF eisini hitta Kaj Leo Johannesen, løgmann.
Tórshavnar Býráð fer eisini saman við FSF at skipa fyri eini samkomu fyri innbodnum.