Tá italienin Gianni Infantino fyrr í ár varð valdur til nýggja forseta í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, so var hansara aðalendamál at reinsa felagsskapin fyri fíggjarligan mutur, aftaná at fleiri av oddafólkunum vóru undir illgruna fyri fíggjarsvik.
Nú er tað tó vandi fyri, at nýggi forsetin sjálvur gerst ein partur av fíggjargøluni.
Millum Panamaskjølini, ið vísa hvussu heimsleiðarar, ítróttarstjørnur, vinnulívsfólk og onnur hava snýtt skattamyndugleikar við at goyma ríkidømi í skattaparadísum, eru nevniliga skjøl, ið seta FIFA-forsetan í samband við persónar, ið hava framt mutur. Tað skrivar bretska blaðið The Guardien.
Undirskriftin hjá Gianni Infantino er funnin á eini avtalu millum UEFA og ein av monnunum, ið er partur av fíggjargøluni, ið hevur rakt FIFA.
Tað var tá Gianni Infantino var leiðari fyri løgfrøðiliga deildini hjá UEFA, at hann skal hava undirskrivað ein sáttmála í 2006 viðvíkjandi rættindum at vísa Champions League í Ekvador.
Eigarin av felagnum, Cross Trading, ið keypti rættindini, Hugo Jinkins, er ákærdur av amerikanskum myndugleikum fyri mutur í samband við keyp av júst fótbóltsrættindum.
FIFA-forsetin hevur í kvøld avnoktað, at hann eigur nakran part í sáttmálunum.
- Eg eri forfardur og góðtaki ikki, at spurningar verða settir við mítt trúvirði av summum fjølmiðlum. Serliga havandi í huga, at UEFA hevur greitt nágreiniliga frá øllum skjølunum.
- Sum eg áður havi sagt, so havi eg aldrin havt nakað persónligt samskifti við Cross Trading ella teirra eigarar, tí tað var Team Marketing, ið tók sær av handlinum vegna UEFA.
- Eg vil bara gera greitt, at ongir myndugleikar hava sett seg í samband við hvørki UEFA ella meg viðvíkjandi hesum sáttmálum.
- Harumframt, sum fjølmiðlar eisini skriva, so er eingin ábending um at hvørki UEFA ella eg hava gjørt nakað skeivt í hesum máli.
UEFA hevur eisini avsannað, at nakað ólógligt er farið fram, og leggja dent á, at felagsskapurin ikki kundi vita, at Hugo Jinkins fleiri ár seinni fór at vera ákærdur fyri mutur.










