Fenerbahce vann dystin í toppuppgerðini ímóti Trabzonspor í turkisku kappingini 3-2, men dystin fara fólk helst at minnast fyri orrustuna eftir uppgerðina.
Eftir síðsta bríksl fóru fólk at berjast, tá Trabzonspor-viðhaldsfólk fóru inn á vøllin og lupu á Fenerbahce-spælarar.
Í rokinum varð millum annað málmaðurin hjá Fenerbahce, Dominik Livakovic, sligin í andlitið.
Nakrir av Fenerbehce-spælarunum svaraðu aftur við harðskapi.
Video vísa, at belgiski landsliðsspælarin Michy Batshuayi sparki eitt viðhaldsfólk, og at nigerianski landsliðsspælarin Bright Osayi-Samuel sló eitt annað viðhaldsfólk, skrivar AFP.
Hetta hevur fingið fleiri at tala at, millum annað forsetain í Altjóða Fótbóltssambandinum Fifa, Gianni Infantino.
– Harðskapurin, sum var eftir dystin millum Trabzonspor og Fenerbahce, kann als ikki góðtakast. Hvørki á ella uttan fyri vøllin skal slíkur harðskapur vera í ítrótti okkara ella í samfelagnum.
– Eg havi sagt tað óður, og eg sigi tað aftur. Í fótbólti skulu allir spælarar uttan undantak kenna seg tryggar, so teir kunnu spæla tað spæl, sum gevur gleði til so nógv fólk í øllum heiminum, verður sagt í fráboðan frá Fifa frá Intantino á X.
##med2##
Turkiski innanríkisráðharrin, Ali Yerlikaya, hevur eisini gjørt vart ið seg og fer at kanna harðskapin til botns.
Hann upplýsir, at tey alt fyri eitt fara at seta eina kanning í verk fyri at eyðmerkja teir áskoðarar, sum runnu inn á vøllin.
Tað hendir eftir eina kapping, har tað eisini hava verið aðrir harðskapstilburðir í sambandi við turkiskar dystin.
##med3##
Við sigrinum í gjár er Fenerbahce nummar tvey í kappingini, tvey stig aftan fyri Galatasaray. Trabzonspor er nummar trý, men 32 stig aftan fyri oddaliðið.
/ritzau/AFP












