FIFA favorittarnir

Slagið um forsetasessin í FIFA stendur millum ein prins, ein sheik, ein løgfrøðing, ein friðarsemingsmann eina fótbóltsstjørnu og ein fongsulsvin hjá Mandela.

Forsetavalið í FIFA stundar til og í gjár var seinasta freist at stilla upp til valið, sum verður 26. februar. Michel Platini var mettur at vera besta boð og favorittur at vinna forsetavalið, men hóast hann stillar upp, hava hansara møguleikar fingið ein dyggan smeit, eftir at etiska nevndin hjá FIFA valdi at hyggja nærri at eini peningaflyting frá mutursskuldsetta Sepp Blatter til Michel Platini á góðar 2 milliónir krónur.

 

Seks mans vera mettir sum favorittar. Teir eru Ali, prinsur úr Jordan, Gianni Infantino úr Italia, Salman, sheikur úr Barein, Jerome Champagne úr Fraklandi, Michel Platini, eisini úr Fraklandi og Tokyo Sexwale úr Suðurafrika.

 

Ali, prinsur, var einasta mótvalevni móti Sepp Blatter á forsetavalinum í juni, men tapti tó greitt móti Sepp Blatter.

 

Ali, prinsur verður mettur sum ein heiðurligur maður og góðar vónir eru um, at hann skal megna at rudda upp í altjóða fótbóltssambandinum. Tað verður millum annað víst á, at hann rætt og slætt er ov ríkur at mutra. Tá ein maður setti seg í samband við hann undan forsetavalinum og bjóðaði honum at keypa 47 atkvøður, meldaði hann beinanvegin málið til myndugleikarnar.

 

Onnur vísa tó á, at Ali, prinsur, einans var eitt neyðsemjuvalevni seinast, tí at eingin annar vildi stilla upp móti Sepp Blatter. Eisini verður víst á, at hann hevur verið varaforseti í FIFA síðani 2011, og tí ikki er heilt ólastandi, hvat ákærunum viðvíkur, umframt at hann valla kann kallast eitt nýtt andlit.

 

Gianni Infantino er skotin upp av UEFA, har hann hevur verið aðalskrivari síðani 2009. Fólk flest kenna hann kanska best sum mannin, ið stendur fyri lutakastinum í samband við evropiskar fótbóltskappingar. 

 

Mett verður tó, at Gianni Infantino er eitt slag av neyðloysn, nú Michel Platini verður kannaður av etisku nevndini. Fleiri serfrøðingar vilja vera við, at Gianni Infantino nú fer at reka valstríð vegna UEFA, men at um Michel Platini skuldi verið reinsaður av etisku nevndini, velur Gianni Infantino at taka seg úr valstríðnum.

 

Salman, sheikur úr Barein, er limur av kongafamiljuni í Barein. Hann hevur verið forseti í asiatiska fótbóltssambandinum síðani 2013 og verður mettur at hava heilt góðan møguleika at vinna forsetavalið í FIFA.

 

Eitt, sum tó talar ímóti, er, at Salman sigst vera oddamaður fyri eini nevnd, ið harðliga søkti at ítróttarfólkum, sum tóku lut í mótmælisgongum undir sonevnda arabiska várinum í 2011. 

 

Jerome Champagne úr Fraklandi ætlaði at stilla upp í juni, men fekk ikki neyðugu undirtøkuna tá. Hesa ferð eydnaðist tað tó. Hann starvaðist í FIFA frá 1999 til 2010, men segði seg tá verða noyddan úr felagsskapinum av sterkum kreftum. Síðani tá hevur hann arbeitt sum friðarsemingsmaður, millum annað í miðeystri. 

 

Hann hevur almannakunngjørt eina heilt greiða ætlan fyri, hvussu FIFA skal broytast, umframt at hann ongantíð er settur í samband við mutur. Hinvegin er ikki til at koma uttan um, at mangir av toppunum í FIFA, kanska ikki ynskja stórvegis broytingar, við tað, at tað kann kosta teimum sessin.

 

Tokyo Sexwale úr Suðurafrika sat í 13 ár í fongsli á Robben Island saman við Nelson Mandela. Báðir vóru teir fongslaðir fyri teirra stríð móti apartheid og fyri rættindunum hjá teimum svørtu í Suðurafrika. 

 

Hann hevur verið limur í antirasismunevndini hjá FIFA og var ein av fyriskiparunum av HM í Suðurafrika í 2010. Hann er eisini ein sera væleydnaður vinnulívsmaður.

 

Tó so, ein av hansara størstu stuðlum, Franz Beckenbauer, verður nú eisini kannaður av etisku nevndini, og hetta kan raka Tokyo Sexwale. Beckenbauer er undir illgruna í samband við sín leiklut av fyriskipanini av HM í Týsklandi í 2006 og tætta samstarvið millum teir báðar kann fáa fólk at seta spurnartekin við Sexwale eisini.

 

Og so er tað Michel Platini. Fótbóltssnillingur sum fáur, forseti í UEFA og varaforseti í FIFA í mong ár. Hann var eitt upplagt evni, inn til etiska nevndin hjá FIFA valdi at kanna hann nærri. Spurningurin er so, hvat hendir, um etiska nevndin reinsar hann, tí tað er ikki vist, at uppstillingin hjá honum verður góðtikin kortini.

 

Nú skulu hesir seks, saman við øðrum valevnum, sum ikki metast hava nakran møguleika, so sum fyrrverandi brasilski fótbóltsspælarin Zico, kannast av eini nevnd, sum millum annað skal meta um heiðursemi teirra, áðrenn uppstillingin verður endaliga góðkend.