FIFA: Føroyar trý pláss aftur

Hóast eitt flott stig móti Kosovo, so ganga vit aftur á FIFA-styrkilistanum

Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur í dag kunngjørt nýggjast styrkilistan hjá manslandsliðunum. Føroyar ganga trý pláss aftur á listanum, og eru nú nummar 95.

 

Føroyska landsliðið luttekur í hesum døgum í Nations League, har vit hava fingið fýra stig í fýra dystum. Hóast serliga stigi móti Kosovo er flott, so telur tað ikki so nógv, tí Kosovo hevur eina rímiliga veika styrkismeting í mun til ítróttarligu styrkina. Hetta skal millum annað síggjast í ljósinum av, at Kosovo ikki hevur havt limaskap í nógv ár.

 

Føroyska landsliðið er nú eitt betri enn Katar, sum skal hýsa HM í 2022, og eitt verri enn Usbekistan. Belgia er styrkismett sum heimsins besta landslið, meðan heimsmeistararnir úr Fraklandi eru nummar tey. Týskland er dottið niður á 14. pláss.