FIFA broytir dóm um Suarez

Nú sleppur áleyparin allíkavæl at venja saman við liðfeløgunum, meðan áleyparin er leikbannaður.

Fyri góðari viku síðani revsaði FIFA uruguaynska áleyparan Luis Suarez. 

 

Les eisini: Risa leikbann til Suarez

 

FIFA segði eisini í revsingini, at Luis Suarez ikki slapp at venja saman við liðfeløgunum úr Liverpool, umframt at Luis Suarez ikki slapp inn á nakað fótbóltsstadium.

 

Tann dómurin er nú broyttur. Claudio Sulser frá FIFA sigur við enska blaðið The Guardian.

 

-      Tað ber ikki til at sektað leikaran uppá tann mátan. Tað er niðrandi fyri leikaran og tænir ikki fótbóltinum.

 

Annars kann Claudio Sulser ikki úttalað seg til so nógv annað til enska blaðið, tí málið um Luis Suarez koyrir framvegis.