Fifa-bossur: Landsdystir neyvan spældir fyrr enn í 2021

Fifa roknar við nógvum útsettum dystum í heyst. Verður gjørligt at spæla, verður tað helst uttan áskoðarar

Flestu fótbóltslandsdystir fara helst ikki at verða spældir í 2020 vegna koronakreppuna og ferðaavmarkingar, sum standast av henni.

Tað sigur Victor Montagliani, varaforseti í Altjóða Fótbóltssambandinum (Fifa) og forseti í Norður- og Miðamerikansku Fótbóltssamgonguni (Concacaf), við tíðindastovuna AP.

Tað er neyðugt at spæla heimligu kappingarnar, og tað kann verða tørvur á fleiri døgum at spæla í heyst, um næsta kappingarárið fer seinni í gongd enn ætlað.

Fifa hevur longu útsett og avlýst landsdystir fram til juni, men eisini ætlaðir dystir í september, oktober og í november kunnu verða av ongum, siga tey í Fifa.

– Persónliga haldi eg, at tað verður eitt sindur av eini avbhjóðing. Ikki bara vegna heilsustøðuna kring heimin, men eisini tí, at tað ber so illa til at ferðast, tá vit kunnu spæla aftur.

– Eg haldi, at heimligu fótbóltskappingarnar í londunum hava hægstu raðfesting, sigur Montagliani.

Hann heldur tað vera lítið sannlíkt, at landsdystir kunnu spælast eftir summarfrítíðina fleiri staðni í heiminum – millum annað í Evropa – sum gongdin er í løtuni.

Harvið kunnu dystirnir hjá Føroyum í Nationsleague í heyst eins og dystirnir hjá fleiri londum í HM-undankappingini fram ímóti endaspælinum í Qatar í 2022 koma í vanda.

Fifa arbeiðir við møguligum rættingum í skránni fyri HM-undankappingardystirnar í 2021, sigur Montagliani.

Montagliani er settur á odda fyri ein arbeiðsbólk hjá FIFA, sum skal handfara avleiðingarnar av koronakreppuni fyri fótbóltin og koma við eini ætlan.

Ein avleiðing tykist vera at spæla landsdystir uttan áskoðarar restina av árinum.

– Um vit sleppa at spæla fótbólt, so ivist eg stórliga í, at tann fyrsti dysturin verður við áskoðarum. Tað síggi eg ikki bera til. Tað vildi verið at tikið ein stóran váða, sigur Montagliani.

/ritzau/